Vit her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum hava havt stórar tekniskar trupuleikar seinastu vikurnar, og nú er greitt at hesir trupuleikar eru komnir uttanífrá
Tað byrjaði við at kjaktorgi hjá okkum helt uppat at virka, og endaði við at sjálvur portalurin eisini bleiv burtur á netinum í vikuskiftinum.
Teknikarnir hava nú funnið út av at trupuleikarnir stava frá einum álopið og teir kunnu eisini siga at álopið er komið uttanífrá.
Tað er nú einaferð soleiðis at teldur seta spor eftir seg, og í løtuni eru vit í ferð við at fylgja slógunum.
Kjaktorgi
Eftir dystin í kappingini um løgmanssteypið í gjár, var kjaktorgið hjá Norðlýsinum heimsøkt av skribentum, sum ikki dugdu sær hógv, men dulnevndir lupu á navngivnar persónar.
Hendan trupuleika fingu vit tó skjót tak á, men tað er hugstoytt at kjaktorgi, sum annars hevur veri sera áhugavert og vælvitjað, skal gerast offur fyri teldu-lúsum við undirlutakenslum.
Tað er framvegis okkara ætlan at heimasíðan hjá Norðlýsinum, skal verða ein portalur fyri allar norðoyingar, men vit kunnu bert staðfesta at tað eru einstaklingar sum royna at leggja fót fyri hesum.
John William Joensen




