Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Portugal og Noreg tættari samstarv um havgransking

Jógvan Hugo Gardar

Noreg og Portugal undirskrivaðu fyrrapartin eina samstarvsavtalu sum skal styrka hav- og fiskivinnugranskingina hjá báVum londunum.

Noreg og Portugal undirskrivaðu fyrrapartin eina samstarvsavtalu sum skal styrka hav- og fiskivinnugranskingina hjá báVum londunum.

Noreg og Portugal er bæði millum størstu sjóvinnutjóðir í Evropa. Hetta gevur okkum stórar møguleikar, samstundis sum vit hava eina stóra ábyrgd. Eitt tættari samstarv millum londini vil styrkja um okkara støðu bæði innan fiskivinnu, alivinnu og innan tilfeingi og havumhvørvi, sigur norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker.

Granskingaravtalan er undirskrivað millum havstovurnar hjá Noregi og Portugal, og avtalan bleiv undirskrivað í Bergen í dag, í samband við at portugisiski forsetin, Anibal Cavaco Silva, er á almennari vitjan í Noregi.