Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Posta – eisini í Klaksvík

John William Joensen

Fyri løtu síðan komu bilarnir hjá Posta, við nýggja samleikanum hjá Postverkinum til Klaksvíkar

Tíðindaskriv

Í dag skiftir Postverk Føroya samleika og eitur nú Posta. Við hesum verður broytingartilgongdin frá almennum stovni til vinnurekandi tænastufyritøku staðfest í navni og útsjónd.

Seinastu trý árini hava vit verið ígjøgnum eina strævna men neyðuga tilgongd. Almenni stovnurin er vorðin partafelag og skal laga seg til broyttu marknaðartreytirnar. Við minkandi brævasamskiftinum eru inntøkurnar minkaðar nógv, og neyðugt var at gera munagóðar broytingar. Enn eru vit ikki komin á mál, men samleikaskiftið er ein varði í hesari tilgongd.

Posta er ein nútímans fyritøka, ið tillagar seg til alsamt skiftandi tørvin í samfelagnum, og gamli »Postverk Føroya« hamurin rúmaði ikki hesum. Tí fóru vit fyri einum góðum ári síðan undir navnabroytingar tilgongdina. Greitt var beinanvegin, at navnið skuldi vera serstakt og innihalda orðið »Post«.

Eitt aktivt navn
Sera nógv nøvn vóru frammi: men eitt navn skaraði framúr, nevniliga Posta.Við navninum Posta gerst navnið tað sama sum gerðin: At posta. Vit posta eitt
bræv.

Navnið kann verða nýtt í navnhátti: »at Posta eitt bræv«, í boðshátti: »Posta brævið«, eins og tað kann verða nýtt sum sernavn. Soleiðis er navnið eisini ein partur av samskiftinum í yvirskriftum og í málinum.

Nú er eisini lætt at skapa produktnøvn, t.d. Posta Heima, Posta Sjálv, Posta Pengar og Posta Rætt.

Endurskoða alt virksemið
Broytingartilgongdin er tó munandi meira umfatandi enn bert eitt nýtt navn og ein nýggjur grafiskur samleiki. Vit hava endurskoðað bygnaðin, mannagongdir og annað virksemi í fyritøkuni. Síðan hava vit tillaga hesi til dagsins tørv.

Partur av hesum arbeiðinum var at hyggja nærri at virðunum hjá fyritøkuni, endurtulka tey og arbeiða meira við teimum. Í hesi tilgongd var úrslitið, at vit raðfestu virðini »virðing, víðskygni og vilji.«

Vit hava virðing
Fyri Posta merkir virðing millum annað, at vit hava virðing fyri øllum kundum, samstarvsfelagum og starvsfelagum, eins og vit hava virðing fyri okkara fyritøku og teimum uppgávum, vit skula greiða. Vit vísa okkara virðing við at vera álítandi og reiðilig í allari atferð. Men eisini við at virða tørvin hjá okkara kundum.

Vit eru víðskygd
Víðskygni merkir fyri Posta, at vit eru ein nýskapandi fyritøka, sum er opin fyri nýggjum møguleikum, ið kunnu gagna kundum og tænastu okkara. Víðskygni merkir at síggja út um karmarnar, at royna nýggjar leiðir, at vera opin fyri broytingum, at skapa nýggj handilssambond og at betra um tey verandi.

Vit hava viljan
Vilji merkir, at Posta vil vera best, og at fyritøkan ikki fellur í fátt, tá ið hon møtir forðingum. Posta vil røkka sínum málum og vil liva upp til sítt høvuðsendamál, at veita føroyska samfelagnum nøktandi flutning av brøvum, pakkum, pengum og øðrum viðkomandi tænastum.

Okkara lyfti til kundan er: ómakaleys handan úr hond í hond.