Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Posta letur upp deild í Danmark

John William Joensen

Posta hevur stovnað felagið Posta Logistics aps í Danmark. Felagið skal taka sær av øllum flutningi hjá Posta í Danmark millum Føroyar og útheimin. Posta Logistics hevur heimstað í Kolding, og liggur tí sentralt í landinum viðvíkjandi heintan og levering.

Posta hevur stovnað felagið Posta Logistics aps í Danmark. Felagið skal taka sær av øllum flutninghjá Posta í Danmark millum Føroyar og útheimin. Posta Logistics hevur heimstað í Kolding, og liggur tí sentralt í landinum viðvíkjandi heintan og levering.

Við nýggja felagnum bjóðar Posta viðskiftalki eina enn sterkari, effektivari og kappingarrari veiting. Fyri viðskiftafólk hjá Posta merkir hetta, at tey fáa betri kunning, at sendingar verða avgreiddar fyrr, og t eru færri millumlið í handfaringini av øllum sendingum.

Hetta er liður í strategiini, støðugt at menna Posta. Posta tekur enn nøkur lið í viisketuni í flutningi av vørum millum lond. At Posta tekur við vøruni fyrr í flutningsketuni tryggjar góðsku og kappingarføri “, sigur Joel undir Leitinum, stri á Posta. Víðari sigur Joel at, við umboðan í Danmark, er Posta í einari serstøðu, sum gevur Posta fyrimunir og fleksibilitet við handfaring og levering av vøru”.

Posta Logistics heldur til í Kolding, og í løtuni eru t fulltíðarsett starvsfólk á Posta Logistics. Heimasíða felagsins eitur www.postalogistics.dk.

Deildarstjóri á Posta Logistics í Danmark er Ole R. Martensen. Ole kemur úr einum starvi innan sølu á Post Danmark har hann m.a. hevði ábyrgd av Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Hann hevur áður havt

leiðandi størv innan handil og tænastu í Norðurlondum.

Harleywoodpaint