Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Posta positivt úrslit

Tíðindaskriv

P/f Posverk Føroya hevur í dag havt aðalfund fyri roknskaparárið 2012. Sølan fyri áriða var gott 89 mkr, sum er á leið sama, sum árið fyri tá sølan var 90 mkr. Úrslitið fyri avskrivingar og rentur, EBITDA var eitt yvirskot á 3,2 mkr svarandi til 4% av søluni. Hetta er fyrstu ferð síðani 2006 at Posta hevur positivt úrslit áðrenn avskrivingar og rentur.

Aðalfundur á Posta

Úrslitið eftir skatt er eitt hall uppá 2,6 mkr í mun til eitt hall uppá 9,2 mkr eftir skatt í 2011.

Árið er merkt tillagingum og hevur felagið í árinum útreiðsluført fyri gott 3 mkr í uppsagnarlønum.

Andras Róin er komin í nevndina fyri Hákun Steingrímsson. Nevndin hevur skipað seg við Andras Róin sum formanni og Reidar Nónfjall sum næstformanni.

Vinarliga

P/f Postverk Føroya

Nevnd og stjórn

Harleyfacadeacryl