Móttøkan verður týsdagin 8. okt. kl. 15.00 á Posta. “Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík” er sjálvstøðugur grunnur, sum hevur fingið byrjunarpening frá Klaksvíkar býráð og hevur nú yvirtikið bygningin hjá Posta á Klaksvíksvegi 2 í Klaksvík. Norðoya Listafelag, Tónlistaskúlin og Klaksíkar Sjónleikarafelag stendur í boði at húsast í bygninginum. Tó heldur Posta og Heilsutrygd fram í húsinum í eini rímiligari skiftistíð.

“Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík” er sjálvstøðugur grunnur, sum hevur fingið byrjunarpening frá Klaksvíkar býráð og hevur nú yvirtikið bygningin hjá Posta á Klaksvíksvegi 2 í Klaksvík.
Norðoya Listafelag, Tónlistaskúlin og KlaksíkarSjónleikarafelag stendur í boði at húsast í bygninginum.
Tó heldur Posta og Heilsutrygd fram í húsinum í eini rímiligari skiftistíð.
Í samabandi við móttøkuna hevur Norðoya Listafelag sett upp eina lítla listaframsýning til høvið. Næmingar frá Tónlisatskúlanum spæla og umboð fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag framføra brot úr leiki.
Skrá:
–Kl. 15:00 næmingar úr Tónlistaskúlanum spæla
–Kl. 15:15 Joel undir Leitinum, stjóri á Posta og Signhild V. Johannesen, forkvinnan í“Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík”skriva undir keypið
–Kl. 15:20 Signhild V. Johannesen, forkvinnan í “Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík” heldur eina røðu
–Kl. 15:40 Joel undir Leitinum, stjóri á Posta heldur røðu
–Kl. 15:45 Klaksvíkar sjónleikarafelagið eigur gólvið
–Kl. 15:55 Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu
–Kl. 16:00 Boðið verður til ábit og okkurt at leska sær við
–Kl. 16:00 Listarframsýningin opin
–Kl. 16:00 Næmingar úr Tónlistaskúlanum spæla
–Kl. 16:15 Orðið frítt – og hugni
Tiltakið er almennt – Øll vælkomin!