Postverkstjórin Bergur í Garði hevur í dag 7.juni 2006 sagt seg úr starvi sum stjóri í Pf.Postverk Føroya.
Í umsóknini ynskir postverkstjórin at verða loystur úr starvinum beinanvegin.
Hesum hevur nevndin játtað postverkstjóranum, sum sostatt eftir avtalu við nevndina fyri Pf. Postverk Føroya gevst í starvinum í dag.
Fyribils settur stjóri er Knud Wacher.
Lýst verður eftir nýggjum stjóra í næstum.
Nevndin fyri Pf. Postverk Føroya




