Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Poul Michelsen: – Ein siðbundin Ólavsøka sum altíð

Danial Viðoy

Ólavsøkan 2015: Poul heldur eina siðbundna, men góða Ólavsøku sum altíð. Ólavsøka er eina ferð um árið og hann er í føroyskum klæðum eina ferð um árið, sigur Framsóknarformaðurin.

Ólavsøkan 2015: Poul heldur eina siðbundna, men góða Ólavsøku sum altíð. Ólavsøka er eina ferð um árið og hann er í føroyskum klæðum eina ferð um árið, sigur Framsóknarformaðurin.

Ólavsøkan er ein góð og hugnalig hátíð, sum gerst siðbundnari, eldri fólk gerast. Hjá einum politikkara, sum hevur verið í leikinum í nógv ár, hevur Ólavsøkan sínar árligu skyldur.

– Ólavsøkan er sum hon plagar, sera siðbundin. Fyrst fari eg til setanina, síðani kappróður, listaframsýningar, fótbóltsdyst og eftir fótbóltsdystin koma fólk inn á gólvið, byrjar Poul at greiða frá.

– Annars er Ólavsøkuaftan ikki nakar serligur veitsludagur mína vegna, tí eg skal tíðliga upp morgunin eftir til skrúðgonguna.

Poul Michelsen og konan búgva sentralt, nevniliga niðri í Gundadali.

– Nú býr mann soleiðis fyri, at tað er sera ómakaleyst at koma inn á gólvið. Hetta gagnnýta fólk og okkum dáma tað eisini væl. Av tí sama koma vit ikki út til so nógv fólk á Ólavsøku, men vit møta nógvum í okkara egna heimi. Tað er eisini hugnaligt, sigur Poul Michelsen.

– Ólavsøkudag fara bæði eg og konan í eldin. Konan fer at syngja við kórinum og eg fari í kirkju við politikkarum.

Poul Michelsen er í føroyskum klæðum eina ferð um árið, og tað er Ólavsøkudag. Hann trívist ikki so væl í teimum, ikki tí at tey ikki eru vøkur, men hann heldur ikki at tey sita so væl uppiá. Tað er ein erlig sak.

Ólavsøkudag fer gamla HB-hetjan eisini til fótbóltsdyst og eftir hetta koma gestir aftur sum vera mann á gólvið. Ólavsøkan endar við miðnáttarsanginum.