Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Poul Michelsen mátti saman við øðrum veðhalda í bankanum fyri lán til Framsókn

John William Joensen

Sambært roknskapinum hjá Framsókn, so mátti flokkurin taka bankalán uppá 700.000 krónur í 2011 fyri at gjalda fyri lýsingar og annað. Samstundis vísir roknskapurin fyri 2011 at eginpeningurin er negativur við 936.000 krónum.

Eingin kann fara í bankan og taka lán til skuld við einum negativum eginpeningi uttan at trygd fæst fyri pengunum. Av tí at talan í 2011 var um ein nýstovnaðan flokk, sum einki aktiv átti, hevur tað sjálvsagt verið ein treyt frá bankanum at geva lán, at hann í fyrstu syftu fekk transport í løgtingsstuðlinum, og harumframt fekk persónliga borgan frá onkrum av teim ábyrgdarhavandi.

Stovnarin Poul Michelsen hevur tí mest sannlíkt verið noyddur til at standa inni fyri at gjalda peningin aftur saman við øðrum, um tað ikki eydnaðist flokkinum at gjalda.

Poul Michelsen sigur at tað er vanligt at næstan allir flokkar taka bankalán fyri at fíggja valstríðini. Lánini verða so goldin aftur við stuðulspeninginum frá politiskari upplýsing. Í allar flestu førum er eisini persónlig borgan inni í myndini. Framsókn er – í so máta – onki serdømi !