Sunnudagur 17. november 2024 er altjóða prematur dagur.
Tað verður sett sjóneyka á tey børnini kring heimin, ið eru komin ov tíðliga í heimin.
Í Føroyum verða árliga fødd millum 25 – 30 børn ov tíðliga.
Liturin hjá prematur børnum er lilla.
Tí lýsir m.a. Varpið við litinum lilla í dag, sunnudagin.






