Jú børnini í Fjallafípuni vóru í stás tá vit vitjaðu inn á gólvið í morgun
Starvsfólkini í útibarnagarðinum, Fjallafípan, høvdu gjørt nógv burtur úr kongiliga brúdleypinum.
Børnini vóru pynta og sjónvarp var sett inn í stovuna so fylgjast kann vera við brúdleypinum.
– Fjallafípan hevur føðingardag, vildi ein drongur verða við tá vit spurgdu hann hvat var á vási.
– Nei tað er drotningin sum giftist, rættar ein annar.
– Nei, tað er prinsurin og prinsessan sum giftast, segði ein lítil genta.
Tey fáa saft og køku í dag, og onkur av foreldrunum var komin við einari køku við áskriftini; tillukku.




