1. juli eru tær áður fráboðaðu prísbroytingarnar í undirsjóvartunlunum settar í verk.
Frá 1. juli 2013 eru tær broytingar settar í gildi, at akførini verða deild í 2 bólkar, í mun til 3 bólkar frammanundan. Framyvir verða hesir bólkar:
1.Akfør upp til 3500 kg, ella til og við 6m, prísur kr. 110,- fyri stakan túr, og kr. 55,- við kubba.
2.Akfør meira enn 3500 kg ella longri enn 6 m, prísur kr. 320,- fyri stakan túr, og kr. 160,- við kubba.
Bólkurin við akførum størri enn 12,5m er burturdottin, sum sjálvstøðugur bólkur. Tey akførini fara framyvir at gjalda sum akfør yvir 6 m.
Hetta er prístalvan frá 1.juli:
|
|
1 túr t/r |
Kubbahald t/r |
Árshald |
|
Akfør upp til 3500 kg ella =<6 m |
110,- |
55,- kr. 1.100,- 20 túrar kr. 2.200,- 40 túrar
|
750,- 9.000,- árliga |
|
Akfør yvir 3500 kg og > 6 m |
320,- |
160,- Kr. 3.200,- 20 túrar Kr. 6.400,- 40 túrar
|
|
Ferðslan økist
Fyrra hálvár 2013 koyrdu 297.618 akfør í Vágatunlinum, ein øking á 5,48% í mun til fyrra hálvár 2012. Miðalferðslan var 1644 akfør pr. dag fyrra hálvár 2013.
Í Norðoyatunlinum koyrdu 377.226 akfør fyrra hálvár 2013, her var økingin 3,39% í mun til fyrra hálvár 2012. Miðalferðslan var 2084 akfør pr. dag fyrra hálvár 2013.




