Hóast løgtingið samtykti fyri ársskiftið, at punktgjøldini á bensini og dieselolju skuldu hækka við ávikavist 30 og 25 oyrum fyri liturin, so hava brúkararnir framvegis ikki merkt hesa hækkingina.
“Vit gjalda avgjaldið til landskassan, men vit senda í løtuni ikki rokningina víðari til kundarnar,” sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magni.
Men nú hækkar prísurin, men hetta hevur framvegis einki við punktgjøldini at gera, sigur Hendrik Egholm. “Vit royna at fylgja marknaðarprísinum,” sigur hann, og meira vil hann ikki siga um teirra áseting av prísum.
Ein litur av bensini frá Magni kostar nú kr. 8,16 (prísurin var kr. 8,08) og ein litur av dieselolju kostar kr. 6,05 (prísurin var kr. 5,99).




