Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prísurin á heilivági hækkar

Helgi Abrahamsen

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur gjørt uppskot til eina kunngerð, sum eftir ætlan skal hækka prísin á heilivági til allar kundabólkar hjá Apoteksverkinum.

Prísurin á heilivágið er ásettur í eini kunngerð, og sambært henni er prísurin soleiðis samansettur, at ein partur er fakturaprísur, ein annar partur er gjald fyri pakning og triði parturin er vinningsprosent til Apoteksverkið.

Sambært uppskotinum hjá Sirið Stenberg er tað vinningsprosentið sum nú skal hækka úr 13 uppí 15 prosent.

Hetta merkir, at tá fakturaprísurin er 75 krónur og pakkningsgjaldið 6 krónur, so hækkar vinningsporsentið 1,6 krónur. Er fakturaprísurin 1.500 krónur og pakningsgjaldið 30 krónur, so hækkar vinningsprosentið 30,6 krónur.

Kunngerðin er send til hoyringar og freistin at gera viðmerkingar er sett til fríggjadagin 29. apríl 2016 klokkan 12.00.