Tað sigur Jógvan Petersen av Viðareiði, skipari á Fiskakletti. Vit hava umleið 140 kassar hendan túrin, tað munnu vera eini 14.000 pund av havtasku, kongafiski, longu, toski og onkrum øðrum. Men tað er onki at taka seg aftur í, at tað er alt ov lítið hesa tíðina. Hinvegin, so hevur prísurin verið nógv betur nú enn um somu tí í fjør og hartil er oljuprísurin lækkaður, so okkurt rekur við sjálvt um veðrið hevur verið sera ólaghaligt.
Hendan túrin var prísurin fyri havtaskuna 39 krónur fyri kilo og tað er nógv meira enn prísurin hevur verið í longri tíð. Longan og toskurin og eisini kongafiskurin høvdu góðan prís í morgun, so vit seldu fyri umleið 170.000 krónur, og tað er væl eftir tveimum døgum.
Vanliga dámar okkum best at vera einar 7-8dagar úti, men tað hevur ikki verið hugsingur um at hava so langar túrar nú tað sum fari er av árinum. Vit hava gjørt seks túrar í ár og teir flestu hava bara verið tveir og tríggjar dagar, so hesir bátarnir eru ov smáir til hesa árstíðina-
Hendan túrin hava vit verið vesturi á Skeivabanka, men annars vóru vit norðanfyri seinasta túrin. sigur Jógvan Petersen, skipari á Fiskakletti.




