Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prixið nærkast

10. flokkur – Miðlar

Bæði nýggir og vælkendir bólkar hava meldað seg til Prix Føroyar í ár. 32 bólkar høvdu meldað seg til, men einans 24 sloppu ígjøgnum nálareygað.

Fýra innleiðandi umfør verða, og tey verða øll í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Tveir bólkar koma víðari í hvørjum umfari og skulu luttaka í einari semifinalu í ítróttarhøllini í Trongisvági 2. apríl. Tríggir teir fremstu bólkarnir frá semifinaluni koma víðari til Atlantic Music Event, ið verður í Norðurlandahúsinum 23. apríl. 

Í teimum innleiðandi umførunum spæla bólkarnir soleiðis:

5. feb:
Go Go Blues, Paradox, Dimmi, SIC, DejaVu og Lama Sea

12. feb:
PH 5,5, Side Effect, All that Rain, Makrel, Róp og MMM

26. feb:
Eyðun Nolsøe, Lawetz, ROK, Direct Level, Frostbit og The Dreams

5. mars:
Braquet, Kristleif Zachariasen, Laila Hansen, Synarchy, EGR2PLZ og Terji Rasmussen Band