Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Profilurin hjá flokkinum er sterkur

John William Joensen

heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum er væl nøgdur við innsatsin hjá Javnaðarflokkinum í valstríðinum

– Tað er altíð trupult at meta um hvussu ein er fyri í mun til hinar flokkarnar, men eg eri væl nøgdur við profilin hjá flokkinum í valstríðinum higartil.

– Stemningurin innanhýsis í flokkinum millum valevnini og onnur sum arbeiða fyri flokkin er sera góður.

Fjølmiðlarnir stýra
Løgmaður heldur at higartil hevur undirhaldsvirði kanska ikki verið so stórt.

– Í dag verður valstríði fyri ein stóran part stýrt av fjølmiðlunum.

– Stóru veljarafundirnir, sum kringvarpið skipar fyri, hava ávís evni á breddanum og tosað verður bara um tey evni sum sett verður á skránna.

– Fyrr í tíðini fekk ein bara klokkutíð at halda seg til – og so kundu valevnini sjálvi tosað um tað sum tey brendu fyri.

– Men aftur hinvegin so haldi eg at flokkarnir sleppa at markera seg so veljarin far eitt úrval at velja ímillum.

Bussur
Javnaðarflokkurin hevur fingið sær ein Buss "Leið C" og hann byrjar koyringini í morgin, tá javnaðarumboðini fara at vitja stovnar og virkir í Klaksvík.