Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Projektleiðari til EL-IN

Hannefíða Joensen

Søkt verður eftir projektleiðara til el-verkstaðin hjá  el-in at byrja  1. sept ella eftir nærri avtalu

 

Um starvið

Prosjektleiðarin hevur ábyrgdina av størri el-arbeiðum  sosum nýðgerð á stovnsbygningum ella umfatandiumvælingar.

 

Førleikar

Elektrikari er minstakrav, hægri viðkomandi útbúgving ellaroyndir geva fyrimun

Gott yvirlit og evnir at finna røttu loysnina

At tú eisini hevur tamarhald á støðuni, tá nógv er at gera

Góð evnir at samstarva

At tú dugir at seta mál og eftirmeta at málini verða nádd

 

Førleikamenning

Tað eru góðir møguleikar fyri førleikamenning bæði í dagligaarbeiðinum og við skeiðum í Føroyum og uttanlanda.

 

Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við avbjóðingum avnógvum ymiskum slagi, gott og vinsamt arbeiðsumhvørvi, har brúk er fyri øllumtínum arbeiðsevnum.

 

Lønin verður avtalað við atlitið til útbúgving ogarbeiðsroyndir

Umsókn kann sendast til:

 el-in spf

Postsmoga 129

FO 700  Klaksvík

Ella á mailaddressuna  hilmar@el-in.fo

Spurningar kunnu setast til Hilmar Danielsen á tlf 284500

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 30.august 2014 

 

El-in er ein fyritøka við handli og el-verkstaðið. Handilinhevur stórt og fjølbroytt úrval innan allar elektriskar húsarhaldsvørur umframtstórt úrval av øllum tí sum hoyrir einum el-verkstaðið til. El-verkstaðiðveitir tænastur til skip, virkir og stovnar umframt vanliga el-innlegging ísethús. 

Klingrugarður 8    •    FO-700 Klaksvík    •    Tlf. 474 500    •    Fax 474 501    •    www.el-in.fo