Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Psykiatrisk Prinsippir

Bill Justinussen

Tað rann mær kalt niður eftir rygginum at hoyra um viðferðina, sum okkara einasti psykiatari, Tormóður Stórá, fær frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Okkara lítla stóra land er hóast alt so heppið at eiga ein psykiatara, sum í mong ár trúfast hevur røkt helst truplasta og tyngsta starvið í landinum. Nú høvdu vit gylta møguleikan at kunna tryggja okkum hansara kompetencu í føstum starvi mong ár framyvir og soleiðis framtíðartryggja týdningarmesta starvið í samfelagnum.

Men her steðgaði dansurin, her steðgaði virðingin, her steðgaði vit og skil, tí PRINSIPPINI komu í vegin. Álvaratos, hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki onnur prinsippir, sum ganga fram um setanarprinsippir? Ein psykiatari bjargar mannalívum. Er tað ikki aðaluppgáva og høvuðsprinsipp á einum sjúkrahúsi at bjarga mannalívum? Skulu møgulig mannalív víkja fyri fjákutum fyrisitingarprinsippum? Hvat ger leiðslan tann dagin, ongin psykiatari søkir starv? Hvat ger leiðslan tann dagin, bíðirøðirnar trí-, fýra- og fimmfaldast? Tá børn og ung við sálarligum kvølum í hópatali banka á læstar dyr hjá landssjúkrahúsinum, tí ongin psykiatari søkti starvið?

Karsten Hansen, okkara dugnaligi landsstýrismaður, sum miðvíst fór politiskt til verka at betra um barnapsykiatriina – sjálvandi saman við góðum og hartarbeiðandi starvsfólkum og Tórmóður Stórá – hevur eftir bert 2½ árum megnað at minka um bíðirøðirnar munandi. Nú mást tú beinanvegin taka í nakkan sjúkrahúsleiðsluni. Gev teimum eina greiða lektión um prinsippir, so tey ikki missa kalvan á stokkinum. Tað er avgerandi, at góða gongdin innan psykiatriina heldur fram. Og har er ongin ivi; Tormóður Stórá er lykilin og loysnin.

Bill Justinussen

Harleywoodpaint