Hamskiftið móti stigmatisering av fólkum við sálarsjúkum, var evnið á tiltaki, sum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipaðu fyri á Reinsarínum í gjárkvøldið. Nógv fólk høvdu leitað sær til tiltakið, sum við fjølbroyttum innihaldið varpaði ljós á evnið.
Hamskiftið móti stigmatisering av fólkum við sálarsjúkum, var evnið á tiltaki, sum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipaðu fyri á Reinsarínum í gjárkvøldið. Nógv fólk høvdu leitað sær til tiltakið, sum við fjølbroyttum innihaldið varpaði ljós á evnið.
Stigmatisering, hetta at fólk við sálarsjúkum, eru fyri mismuni í samfelagnum á fleiri økjum, er gerandiskostur. Viðgerð av teirra sjúkum fær vánaligari kor og rammur enn viðgerð av likamligum sjúkum. Tað er gjøgnumgangandi minni góðtikið at hava sálarsjúkur og eisini lægri í metum mannamillum at taka sær av fólki við sálarsjúkum enn øðrum sjúkum.
Sálarlæknin Tormóður Stórá luttók eisini á tiltakinum um Hamskiftið, og legði dent á, at tiltøk sum hetta á Reinsarínum hava stóran týdning í arbeiðnum at minka um stigmatiseringina og skapa virðilig kor fyri fólk við sálarsjúkum. Aftuvendandi at seta orð á og stíga fram, eru átøk sum øll gera mun. Tað er tað framhaldandi brúk fyri. Hóast tað seinnu árini á fleiri økjum hevur gingið rættan vegin, so er tað framvegis soleiðis, at psykiatriska økið er fyri vanbýti. Tormóður Stórá nevndi, at hóast politiskan vilja, so eru politisku avgerðirnar soleiðis, at psykiatriska økið dragnar aftur úr. Semja sær út til at vera um, at t.d. Landssjúkrahúsið hevur fingið ov lítið av pengum seinastu árini. Samstundis er tað hent, at tann parturin, sum psykiatriska økið fær av játtanini hjá Landssjúkrahúsinum, er væl minni í dag enn hann var fyri tíggju árum síðani. Soleiðis hendir eisini ein niðurraðfesting av psykiatriska økinum í allari stillheit, sum ein avleiðing av politiskum handlingum, hóast viljin sigst vera ein annar.
“Tað er avgjørt neyðugt við eini nýggjari politiskari raðfesting av psykiatriska økinum, um vit skulu megna at gera neyðuga munin fyri tey, sum hava sálarligar sjúkur. Má sigast, at eg møðist av politiskari vælvild sum verður fylgd av manglandi fíggjarligari raðfesting”, sigur Tormóður Stórá, sálarlækni og leiðandi yvirlækni á Pyskiatriska deplinum, í viðmerking til støðuna sum varð umrødd á Reinsarínum í gjárkvøldið.
Nevndin í FPS:
Birgit Andersen
Margit Justinussen
Eydna Iversen Lindenskov
Anna Simonsen
Jana Mortensen




