Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Púra rætt harra Borgarstjóri

Oliver Joensen

Undirritaði var við til at samtykja sáttmálan millum Klaksvíkar Kommunu og Hvannasunds Kommunu – tað skerst ikki burtur.

Óivað hevur undirritaði tikið ráðini "At býráðið má standa saman í hesum málið" ov nær. Tað kemur so at standa fyri mína egnu rokning.

Hinuvegin, kemur tað ikki fram í svarið borgarstjórans, at undir síðstu viðgerð av málinum, talaði undirritaði ímóti, at man feldi konkret ting í sáttmálan, sum stavnsbinda Klaksvíkar Kommunu framyvir. Aðrir býráðslimir komu eisini inn á hetta.

At undirritaði avkvøddi fyri, broytir als ikki veruleikan. Sáttmálin var fyltur við gyltum lyftum, sum Klaksvíkar Kommunu als ikki kláraði at standa við.

Hinuvegin, vil eg fegin takka borgarstjóranum

Við tað at hann ikki avsannar tað ið eg segði í viðmerkingini "Tey komandi árini er Klaksvíkar Kommuna noydd til at repa seglini. Skuldin nærkast einari álíkning, so neyðugt verður at taka stig, sum minka um raksturin og íløgurnar hjá Kommununi."

Hetta tulki eg sum, at borgarstórin er til reiðar at fremja tær sparingar, ið eru neyðugar fyri at Klaksvíkar Kommuna skal hóra undan tey komandi árini.

vinarliga
Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur