Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pylsuvognur fór av vindi

Oliver Joensen

Nakað harðført hevur verið í Klaksvík í kvøld og um 19 tíðina fekk politiið boð um at ein pylsuvognur var fokin á Stongunum.

Pylsuvognurin, ið hevur staðið niðanfyri JFK-heilsølu, varð tikin av vindinum og endaði frammi á bakkanum á útiróðrarbátinum Brattaskor, ið lá við brúnna beint niðanfyri. Politiið sigur, at so vítt teimum kunnugt, so var skaðin á Brattaskorð ikki ógvusligur at síggja til í myrkrinum í kvøld og hildið var at vognurin, ið tikin var av vindinum skuldi beinast burtur og at tað var NFÍ, ið átti hann.
Tá vit vóru á staðnum við myndatólinum, høvdu menn júst fingið vognin upp á ein kránabil.