Ferðafólkaskipið fekk tekniskar trupuleikar norðan fyri Føroyar
Norðlýsið fylgir íløtuni "Queen Elisabeth 2" sum er eitt av heimsins størstu ferðafólkaskipum, og sum vit skilja so er ætlanin at leggja at bryggju í Djúphavnini í Ánunum so skjótt sum tilber.
Skálaberg, sum er um at verða liðugur at landa skal flytast áðrenn "Queen Elisabeth 2" sleppur at bryggju.
Ferðamannaskipið er 500 metar langt og tá longsta bryggjan í Føroyum (Djúphavnin í Ánunum) einans er 300 metar kemur skipið at liggja 200 metarar norður um endan á bryggjuni.
Sum Norðlýsið skilir fekk skipið trupuleikar við eletrisku skipannini tá skipið var statt norðan fyri Føroyar og skiparin avgjørdi at leita upp havn.
Brúk fyri sjálvbodnari arbeiðsmegi
Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, fegnast um bráddligu vitjanina, men sigur samstundis at hetta hevur givið Klaksvíkar Havn ein positivan trupuleika.
– Vit stríðast júst nú við at rudda økið – tí eini 2000 ferðafólk skulu í land nú skipið vantandi kemur at liggja einar tveir dagar.
– Í hesum sambandi hava vit brúk fyri øllum góðum kreftum at rudda norðuri í góðshavnini og tey sum ynskja at hjálpa til kunnu fara norður í Djúphavnina skjótast gjørligt.




