icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Quarter to Three fekk áhoyrararnar við sær í Badmintonhøllini

Oliver Joensen

Quarter to Three skuldi av røttum havt verið í Teltinum, men orsakað av broytingum av ringa veðrinum, varð Badmintonhøllin ramman. Hetta var eitt sindur óheppið, tí konsertin hjá teimum fall í stóran mun saman við konsertini hjá The Dublin Legends.

Tað sást aftur í áskoðaratalinum, tí hóast væl av fólki hevði leitað sær til hesa konsertina í Badmintonhøllini, so komu áhoyrararnir ikki rættuliga til fyrr enn Legends konsertin var liðug, og tá var ikki so nógv eftir av Quarter to Three konsertini.

Vit fingu at hoyra ein væl upplagdan Danjal Kjærbo við guittara og sum forsangara. Á trummum Jens Pauli Joensen, bass leikti Jógvan Fróðin Baldvinsson, Magnu Huusgård á tangentum og Petur Hans Niclasen sologuitar.

Forvitnisligt var eisini, at bólkurin hevði ein gestasangara, Asta Højgaard, ið kom sera væl frá síni framførslu og eisini kom Hans Petur í Brekkunum á pall við síni Saxofon.

Hóast ljóðumstøður og umstøður annars ikki vóru av teim allar bestu, so fingu vit eina góða uppliving. Sum sæst á myndunum, so fingu tónleikararnir áhoyrararnar at dansa við.