Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Quarter to three í Spaniastovu

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 29. nov. bjóðar bólkurin ”Quarter to Three” inn til eina serstaka konsert í Spaniastovu í Klaksvík.

Leygarkvøldið 29. nov. bjóðar bólkurin ”Quarter to Three” inn til eina serstaka konsert í Spaniastovu í Klaksvík.

Hetta er ein konsert, har bólkurin fer at framføra nøkur av kendu løgum teirra, umframt fleiri onnur.

Men tað er kortini eitt annað sum ger hesa konsertina serstaka – í roynd og veru er talan samstundis um eina upptøku.
Bólkurin ætlar nevniliga at taka konsertina upp, bæði við myndum og ljóði.
Hetta verður gjørt í samband við verkætlan teirra, sum í roynd og veru hevur fýra endamál: At seta fokus á bólkin, at seta fokus á Spaniastovu og at seta fokus á Klaksvík. Somuleiðis ynskja teir at lýsa umhvørvið á hesum søguliga staði.

Teir í bólkinum søktu Mentunargrunnin í Klaksvík um stuðul til hesa upptøkuna, og fingu hann játtaðan.

Nú verður alt so til veruleika, tá dyrnar verða lætnar upp í Spaniastovu leygarkvøldið.