Meinhard Petersen var losur, tá stóra skipið legði trygt og uttan trupulleikar at bryggju í Norðhavnini. Skipari umborð er Inger Klein Olsen úr Vestmanna. Tilsamans 1900 ferðafólk eru við ferðafólkaskipinum hendan túrin.
Ferðafólkaskipið við teimum 1900 ferðafólkunum legði at bryggju í Norðhavnini nú um 17 tíðina.
Meinhard Petersen var losur, tá stóra skipið legði trygt og uttan trupulleikar at bryggju í Norðhavnini. Skipari umborð er Inger Klein Olsen úr Vestmanna. Tilsamans 1900 ferðafólk eru við ferðafólkaskipinum hendan túrin.
Fitt av fólki stóð á bryggjuni, tá skipið kom. Býar bussar frá Tórshavnar Kommunu stóðu klárir at koyra fólkini heim í býin, har nógv tiltøk vera gjøgnum dagin. Í býnum stóu so aftur nógvir taxa bilar klárir at koyra gestirnar longri túrar, um hesir ynsktu tað.




