Áhugin fyri finaluni í spurnakappingini “Á Quiztinum”, sum verður send beinleiðis úr Atlantis í kvøld, er sera stórur. Atlantis er longu nú fullsett – sostatt verða ikki fleiri atgongumerki “seld”.
Um onkur ætlaði at koma til Quiztin og harvið uppliva okkurt stuttligt í kvøld, so kann eg minna á, at Atlantis sýnir eisini tveir sera skemtingarsamir filmar seinni.




