Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Bapitist? Tað er ein erlig sak!"

John William Joensen

Dánjal á Dul Jacobsen sigur soleiðis í lesarabrævið 11. januar.:

 "bert einaferð í lívinum havi eg kent meg hongdan alment út vegna "munin" og tað var av Annitu á Fríðriksmørk. Hetta var tá hon, saman við øðrum, østi seg inn á Bill Justinussen, tí hann hevði valt meg og onnur í vísindasiðsemisnevndina. Hetta hóvaði, vegna sama mun, ikki henni."
Tað er rætt, at eg gjørdist ill um valið hjá Bill Justinussen av vísindaligu siðsemisnevndini á sinni. Eitt val, sum eg helt var óvanliga provokerandi frá landsstýrismansins síðu. Hetta er nú farið, og flest øll hava óivað gloymt, hvat tað var, sum alt hetta snúði seg um.
Men eg má viðganga, at eg var ov skjót úti við avtrekkjaranum tá, við tí avleiðing, at skotið var í so nógv rættað móti fýra óskildigum skilafólkum, sum Bill hevði valt. Minnist meg rætt nevndi eg ongantíð nakran við navni, men tey vóru sjálvandi løtt at finna fram til í einum so lítlum landi sum okkara.
Eg var rættiliga hørm um mína útlegging av málinum, hóast eg helt og framvegis haldi, at Bill hevði eina stóra politiska nøs uppiborna fyri sína handfaring av nevndarvalinum. Eg var so mikið hørm, at eg frá Løgtingsins røðarapalli havi biðið hesi fýra, sum vald vóru, um umbering fyri mína útlegging av málinum.  Hetta helt eg meg hava skyldu til, tí hesi fýra skilafólkini høvdu jú bara takka ja fyri eitt álitisstarv, sum landsstýrismaðurin beyð teimum. Og tá ið eg gangi út frá, at Dá DJ ikki veit av hesi umbering, vil eg bera hana fram aftur her.
 
Er  munur á Brøðrasamkomununi  og Fólkakirkjuni í dag?
Síðani greiðir DáDJ frá, hvussu hann upplivdi tað at vaksa upp sum partur av Brøðrasamkomuni, har hann í ávísan mun vart happaður fyri sítt tilknýti til samkomuna. Men hetta var nú ikki verri enn so, sigur hann, at hetta eisini menti hann.   Eg hugsi, at flestu føroyingar kenna til líknandi dømi, har børn ikki vildu spæla við onnur børn eina løtu inn í millum. Og orsøkirnar kundu verða so nógvar. Vart tú ikki bapitist, so hoyrdu foreldrini kanska til ein politiskan flokk, sum ikki altíð var tónleikur hjá øðrum. Pápin kanska drakk ov illa, ella var tað tí, at tú vart tjúkk ella reyðhærd. Hjá børnum verður alt brúkt, tá ið tey finna tað fyri gott ta einu lítlu løtuna. Ta løtuna kunnu tey tykjast rættiliga hjartaleys, men tey eru sum oftast líka skjót aftur við eini kærleiksfullari innbjóðing til spæl.  Og ein týpiskur endi fyri eina søgu sum hasa um Mariu, sum ikki vildi spæla við Dánjal tí hann var bapitist, er, at hon fegin vildi spæla við Dánjal seinni.    
Søgan um langomma Dánjal, sum ikki slapp at verða lærari, tí at hon fór yvir til Brøðrasamkomuna, er ein syrgilig søga. Og eg trúgvi, at tær eru fleiri av slagnum. Gangi út frá, at hetta hevur verið einaferð millum 1865, tá ið William Sloan kom til Føroyar, og 1920, eitt tíðarskeið, tá ið stórar broytingar fóru fram í Føroyum og árin uttanifrá vóru ógvuslig á nógvum økjum, og vórðu hesi við til at broyta uppfatan okkara av málið og mentan og ikki minst av Fólkakirkjuni, sum hevði verið einaumboðandi her heima til Sloan kom til Føroya við Brøðrasamkomuni.  Og hesa tíðina var tvístøðan millum Fólkakirkjuna og Brøðrasamkomuna veruliga trekt upp til tað ógvusliga.
Dømi eru so hinvegin eisini um, har Brøðrasamkoman var rættiliga sterk , at tú ikki vart vælkomin á ávís arbeiðspláss, um tú ikki vart vendur um til Brøðrasamkomuna. Men alt hatta er tíbetur yvirstaðið í dag (onkur vil kanska siga:  nærum yvirstaðið). Havi sjálv verið á legu í Zarepta sum barn, og verið við okkara børnum á sunnudagsskúla hjá brøðrasamkomuni. Í báðum førum góðar royndir, hóast eg eri heimahoyrandi í Fólkakirkjuni, har eg altíð komið at føla meg heima, tí tað er haðani, eg havi mínar røtur og barlast.
 
Skal ein samanbera syrgiligu lagnuna hjá langommuni hjá Dánjal, við nakað sum er aktuelt í løtuni, so er tað støðan hjá teimum samkyndu, har í framstandandi embætisfólk, sum hava høgan status í samfelagnum, føra alment fram, at samkynd ikki áttu at sloppið at undirvíst í fólkaskúlanum ella arbeitt í barnagørðum. Og so sigur sami maður enntá, at ein av landsstýrismonnunum hevur ringt til sín og givið honum sín fulla stuðul  fyri tað sum hann skrivaði í hasi greinini. Men hóast hesa søguna og støðuna í dag so vil eg allíkavæl halda uppá at tollyndi millum samkomur er vaksandi.
Eitt annað dømi um størri tollyndi millum samkomur er, at tað  uttan stórvegis mótstøðu verður góðtikið av Fólkakirkjuni, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum er heimahoyrandi í Brøðrasamkomuni. Tað er eitt gott dømi um tollyndi, sum er í dag, og sum ikki hevði komið upp á tal fyri bara eini 50 árum síðani.
Tann frástøðan, sum mangan var øgilig millum serliga Fólkakirkjuna og Brøðrasamkomuna, er við  at renna saman aftur. Vit eru ikki bangin fyri hvørjum øðrum longur, nakað sum eg annars haldi merkti tíðina eftir, at eindarmentanina var konfrontera við onnur viðurskifti, – sum tíbetur komu til landið. Nú er holdnigur meira millum fólk, sum MC sigur í sanginum, at vit eru so "ymisk, men tó".
At vit hoyra til hvør sína samkomu, er  meira tí at foreldur og forfedrar okkara gjørdu tað, heldur enn tí, at vit ikki kunnu góðtaka nakað annað, enn tað vit sjálvi eru partur av.
So, tá ið DáDJ endurtekur spurningin, sum hann setti mammu síni sum barn, og spyr í yvirskrivtini til lesarabrævið "Mamma, pappitist hvat er tað? " So trúgvi eg, at í dag vildi svarið bara verið at: "Bapitist? Tað er ein erlig sak!"

Annita á Fríðriksmørk