Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Christian í Grótinum" á Las Palmas

John William Joensen

Ein heimlig sjón á Las Palmas.

Í síðstu viku vóru umboð fyri Oljumálaráðið niðri á Las Palmas og vitjaðu 205 metur langa boriskipið "Belford Dolphin", ið skal bora fyri ENI(Agip) á føroyska landgrunninum í juni.
Skipið lá uttast á einum 3.500 metra langum mola. Men inni í krókinum rendu umboð okkara seg í ein gamlan kenning, ið lá innanfyri ein gamlan tunfiskabát.
Talan er um gamla "Christian í Grótinum", ið nú kallast Erik.
Gamla klaksvíksnavnið og KG 690 vóru enn at síggja saman við føroyska flagginum.