Hetta segði ein politimaður á Mauritius við Kristian á Lakjuni, sum er við trúboðaraskipinum Doulos.
Heimasíðan hjá Doulos, www.doulos.org hevur hesa lítlu søguna:
Verðin er lítil
Mauritius týsdagin 29. november 2005: Flestu fólk vita als ikki hvar Føroyar eru. Pinkulítli prikkurin, sum liggur á leið á hálvari leið ímillum Skotland og Ísland hoyrir til Danmark. Kristian á Lakjuni (úr Føroyum) var eitt sindur troyttur at greiða frá hvaðani hann kom, so tá Parmanand nagurset, ein politimaður á Mauritius spurdi hann hvaðani hann kom, nevndi Kristian bara, at hann var úr Danmark. "Veruliga?" spurdi Parmanand hugsunarsamur. "Eg eigi ein son í Føroyum." Kristian mundi dottið afturá so ovfarin var hann. Han brúkti møguleikan at tosa um land sítt og trúnna á Gud, og politisturin segði honum, at sonur hansara búði í Lorvík, ein lítil bygd hálvan tíma við báti frá heimstaði Kristians. Hann var veruliga glaður at hitta ein føroying, segði Kristian. Parmanand kom umborð at vitja føroyingarnar um borð og bað Kristian um at varðveita sambandið við seg tá hann fór av skipinum.




