Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Eitt stórt vónbrot"

John William Joensen

Strandferðslan hevur saman við Vinnumálastýrinum gjørt av at lækka tænastuna á sambandinum við meginøki. Trý skip vóru at velja ímillum og vit fingu "worst case" loysnina: Ternuna og Sam, sigur Rani Nolsøe menningarstjóri hjá Klaksvíkar Havn.

Strandferðslan hevur saman við Vinnumálastýrinum gjört av at lækka tænastuna á sambandinum við meginöki. Trý skip vóru at velja ímillum og vit fingu ‘worst case’ loysnina: Ternuna og Sam.
Hetta kemst av, at lögtingið hevur valt at raðfesta málið so mikið lágt, at ökonomiska kabálan ikki fæst at ganga upp.
Við hesum kunnu vit staðfesta tvey viðurskifti. Fyri tað fyrsta kunnu vit staðfesta, at SSL ongantíð, síðani flutningsmynstrið av álvara broyttist eftir kreppuna í 90’unum, hevur kunnað bjóðað eina nöktandi loysn til sigling um Leirvíksfjörð. Og fyri tað næsta kunnu vit við seinasta útspælinum bert staðfesta, at verandi, sera mangulfulla tænastustöðið, ikki ein gang verður fasthildið, men beinleiðis lækkað!
Taka vit okkara hövuðsvinnu, fiskivinnuna, sum er sera væl umboðað í Norðoyggjum, so má útspælið frá SSL sigast at vera eitt stórt, stórt vónbrot. Eisini er tað eitt negativt tekin til Norðoyggjar frá lögtinginum – sum hevur ábyrgdina av játtanini til SSL – sum vit hava sera ringt við at skilja.  
Letur lögtingið hetta um seg ganga, verða vit helst noydd til at brynja okkum út til eina rættuliga kappingaravlagandi stöðu. Spurningurin er tí, um vit hava ráð til at finna okkum í hesu stöðu, inn til undirsjóvartunnilin endaliga fer at avloysa SSL her um leiðir, sigur menningarstjórin hjá Klaksvíkar Havn í samrøðu við Norðlýsið.