Heilt nógv fólk var á síðsta møtinum í gamla Emmaus og til vígsluna av tí nýggja Emmaus.
Gamla húsið var stúgvað av fólki, bæði í salinum, á loftinum og í gongini. Møtið skuldi vera so vanligt sum møguligt, men sjálvandi var løtan merkt av tí sorgblídni, sum hoyrir til. Jóhan Henriksen talaði og Bjarti Petersen endaði møtið. Sungnir vóru eisini sangir, sum fólk við tilknýti til húsið hava gjørt. Fleiri teirra eru ikki okkara millum longur.
Eftir møtið varð farið inn í rúmliga og ljósa "kjallaran" í nýggja Emmaus til ein góðan bita. Síðani vígdi Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, húsið. Eisini vóru heilsanir frá Kirkjuliga Missiónsfelagnum, Heimamissiónini, KFUM & K í Klaksvík, trúboðarum úti í heimi og øðrum.
Umframt felagssang var sangur frá Susan og Jósup, frá eini kvintet úr Emmaus og eisini frá Hanusi Poulsen, sum hevur teknað húsini og havt byggieftirlitið um hendi. Jákup Olsen endaði løtuna við m.a. at taka samanum og takka teimum mongu, sum hava verið við til at gera ætlanina til veruleika.
Tað er bara kjallarin, sum nú er tikin í nýtslu, men hann er sum sagt rúmligur og ljósur. Eftir nýggjár verður farið upp á miðhæddina at arbeiða.
1. jóladag gongur talvan í Christianskirkjuni í Klaksvík til frama fyri Emmaus




