Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Gamle Venner" úti í Grøv

John William Joensen

Mikudagin skipaði dagtilhaldið í Klaksvík fyri hugnaløtu úti í Grøv, saman við hugnaliga bólkinum "Gamle Venner" úr Danmark.

Bólkurin er ein blanding av pensiónistum og eldri fólki sum hevur áhugað í tónleiki og tey ferðast so kring um í Danmark og Føroyum og spæla á røktarheimum og til aðrar eldra samkomur.
Veðrið var av tí allar besta mikudagin og fitt av fólki hevði seinrapartin leita sær út í Grøvina.
Grøvin stendur í besta blóma í løtuni men tað er ikki so lætt hjá eldri fólki at ganga oman brekkurnar. Tí er spurningurin um býráði ikki átti at tikið stig til at okkurt var gjørt til frama fyri teysum ikki hava so lætt við at ganga ella sita í rullistóli. Kanska ein fjørðuveg frá Hellisenda og út í Grøvina ella eitt slag av lyft sum kundi koyrt tey gomlu oman og niðan.
Dagurin var tó sera væl eydnaður og myndirnar fingu vit frá einum donskum tíðindamanni, Jens Kristensen frá Skive Folkeblad sum er í Føroyum í løtuni.