Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Kaktusblóman" væl vitjaður

John William Joensen

Skemtileikurin "Kaktusblóman", sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur sýnt í Atlantis í eina góða viku nú, er eftir øllum at døma, væl umtóktur millum norðoyingar.


 Leikurin hevur fingið góð ummæli og hetta sæst týðiliga aftur í áskoðaratalinum.
Umleið 500 fólk, hava sæð leikin hesa fyrstu vikuna og tað merkir at salurin næstan hevur verið fullur hvørja ferð.
Skulu fólk síggja hann, ræður um at skunda sær, tí í mars mánaði verður farið at ferðast við leikinum. Fyrst til Oyrabakka, síðani til Skopunar og seinastu sýningarnar verða í Tórshavn.
Leikurin verður sýndur í Atlantis.

Nærri fæst at vita á www.kls.fo.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag