Ímorgun um 11 tíðina kom Havborg, sum P/F Hagborg Supply hevur keypt til Lorvíkar. Skipið bar fyrr navnið South Island.
Í mun til fólkatalið er sera nógv vinnuvirksemi í Lorvík og ídag fekk bygdin enn eitt fiskifar, nevniliga Havborg, sum P/F Havborg Supply saman við øðrum hevur keypt frá Realinum fyri 34 milliónur krónur. Tummas Justinussen, reiðari sigur við Norðlýsið, at nú Havborg fer til fiskiskap stendur hon eigarunum í meira enn teim 34 milliónunum hon varð keypt fyri, tí skipið hevur fingið umfatandi abøtur. Lesið annars meira í Norðlýsinum fríggjadagin.




