Hetta vóru boðini frá bussføraranum í Lorvík, sum Jógvan við Keldu, løgtingsmaður fekk, hóast upplýsingin á Farstøðini hevði sagt honum neyva klokkutíð tá "snarbussurin" fór av Lorvík.
Tað er ein sannroynd at upplýsingin hjá Strandferðsluni um bussar og ferjur virkar ov illa og eisini á teim upplýsingarstøðum, sum Strandferðslan og bygdaleiðir longu frammanundan hava til tað sama.
Niðanfyri prenta vit brævið, sum Jógvan við Keldu hevur sent Strandferðalustjóranum.
Eisini heimasíðan er sein og óneyv. Blaðstjórin á Norðlýsinum hevði sjálvur onkran, sum skuldi koma við seinna flúgvaranum mánadagin. Tá vit hoyrdu eitthvørt um avlýsing í útvarpinum, sum vit ikki fingu rættuliga við, varð roynt á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Har stóð, at øll sigling hjá Ternuni um Lorvíksfjørð var avlýst.
Tá síðani varð ringt á Strandferðsluna í Klaksvík, fingu vit at vita, at Ternan sigldi. Hetta var um 15.00 tíðina, men tað vísti seg seinni, at orsakað av veðrinum, so var tað Sam sum sigldi.
Fyri at vita um viðkomandi sum skuldi lenda í Vágunum kl. 16.31 slapp til Klaksvíkar var endiliga ringt umborð til skiparan. Hesin segði, at Ternan sigldi ikki, men at Sam fyribils sigldi eftir ferðaætlanini hjá Ternuni og tá Sam kom til Lorvíkar skuldi skiparin á Ternuni fáa at vita um líkindi vóru hjá Ternuni at sigla.
Tað vísti seg, at veðri batnaði so mikið, at Ternan sigldi til Lorvíkar aftur um kvøldið.
Men á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stóð bert, at Ternan sigldi ikki.
—-
Brævið, sum Jógvan við Keldu hevur sent Strandferðslustjóranum
Víst til: Harra Kristian Davidsen, stjóra
Eg fari við hesum at gera vart við, at fráboðanarskipanin á Farstøðini ikki virkar, sum hon eigur.
Fríggjadagin 31. januar í ár áðrenn døgverða, varð ringt fyri meg til Farstøðina. Spurningurin var einfaldur: "Hvussu er við Snarbussinum Leirvík Flogvøllin í morgin, tí nú er eingin sigling um Leirvíksfjørð klokkan tríkorter til nýggju".
Svarið var eins einfalt: "Jú, Snarbussurin fer úr Leirvík klokkan sjey hálvtrýss".
Nú eri eg føddur og uppvaksin í Føroyum, og havi ikki havt so lítið við Strandferðsluna at gera. Var eg ivasamur áðrenn, var eg tað ikki minni, tá eg hevði fingið hasi boðini.
Leygarmorgunin klokkan 7.45 var eg í Leirvík. Spurdi ein bussførara: "Hvar er Snarbussurin?. Hann svarar eitt sindur skemtingarsamur: "Hvør bussur? Hann er givin fyri 14 døgum síðani, og eingin veit nakað".
Eg hugsaði tað.
Fyri mín egna kropp við góðari tíð, hevði hetta ikki so nógv uppá seg, men var hetta ein mamma við fleiri børnum – kanska í illveðri – ella ein útlendingur, sum hvørki vitsti eitt ella annað, nú einki virkar, hevði hetta komið sera illa við.
At hann koyrir ella ikki, er eitt, men at fráboðanarskipanin hjá Strandferðsluni, sum einki annað hevur at gera, enn at tæna sínum kundum, hoyrir hetta ongastaðni heima. Hugsið tykkum til, hetta er í Føroyum, sum lutíst skal liva av at tæna útlendskum ferðafólkum við "precissión".
Hvar hetta fráboðanarliðið er brotið veit eg ikki.
Hinvegin fari eg – sum kundi – at biðja um eina frágreiðing, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at fráboðan- arskipanin hevur svikið, og hvat ætlast at gera við hetta.
Til seinast. Lat okkum siga at útlendskt ferðafólk, sum skuldi á Flogvøllin hevði fingið at vita, at ferjan sigldi um Leirvíksfjørð kl. 8.45 leygarmorgun. Ein tílík fráboðan, kundi ikki verið óhugsandi.
Við heilsanum
Jógvan við Keldu




