Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Stjørnan hon er nummar eitt…"

Oliver Joensen

Ja, soleiðis verður tikið til í Stjørnusanginum, og tað ber úrslitið frá semifinaludystunum eisini boð um. Samanlagt vann stjørnan við 22 málum.

Stjørnan hevði nógv í skjáttuni til seinna finaludystin í kvøld ímóti Neistanum. Fyrra dystin vunnu tær nevniliga við heili 34 málum ímóti 18.
Og tað var kanska júst hetta sum gjørdi, at byrjanin hjá Stjørnuni í kvøld var heldur tom. Tá 11 minuttir vóru leiktir, var Stjørnan aftanfyri við teimum málum ímóti seks og ikki fyrr enn tá 28 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki megnaðu tær at koma ájavnt við Neistan. Fyrri hálvleikur endaði við teprari 12-11 leiðslu til Stjørnuna.
Men í seinna hálvleiki gekk skjótt, áðrenn Neistin hevði fótað sær, var støðan 19-13 til Stjørnuna og hesa støðu helt Stjørnan til dystarenda og vann dystin sannførandi 30-24.
Neistin er at roknað sum ein av størstu kappingarneytunum til Stjørnuna og tá hugsað verður um, at samanlagt fyri báðar semifinaludystirnar (fyrri endaði við 34-18 til Stjørnuna og hesin við 30-24 til Stjørnuna), so má sigast at Stjørnan er superliðið í føroyskum kvinnuhondbólti.
Stjørnan er hervið aftur í finaluni í Coca Cola kappingini.
Næsti dysturin hjá Stjørnuni verður leiktur í Vági sunnudagin, tá hittast Stjørnan og VB í landskappingini.