Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

R7 fær nýtt sendihøli í Klaksvík í dag

Helgi Abrahamsen

Tá Norðlýsið í dag klokkan 13 sendir sína vikuligu sending á R7, verður tað úr einum nýggjum sendihøli, sum er sett upp inni hjá Nema á Kósini í Klaksvík.

Í tí sambandinum verður opið hús inni hjá Nema frá klokkan 12, har øll eru vælkomin.

“Vónandi taka so mong sum møguligt sær tíð at vitja okkum í dag,” sigur Petur Jacobsen, stjóri á R7.