Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rabarbusaftin gongur væl

Randi Jacobsen

Heilsufrøðiligu Starvsstova gav í fjør Jóhonnu Mariu Isaksen á Húsum góðkenning til at gera saft og siropp av rabarbum. – Tað er so nógv, vit kunnu vinna úr náttúrini, sigur hon

Heilsufrøðiligu Starvsstova gav í fjør Jóhonnu Mariu Isaksen á Húsum góðkenning til at gera saft og siropp av rabarbum.  – Tað er so nógv, vit kunnu vinna úr náttúrini, sigur hon.

Vit hoyra ofta um smábygdir, haðani fólkið flytur frá. Men Húsa bygd er eitt undantak. Miðalaldurin er lágur, og fleiri av ungu húsafólkunum vilja fyri alt í verðini búgva har. Og fleiri teirra nýta hugflogið.

Ein teirra er 25 ára gamla Jóhanna Maria Isaksen, sum hevur sett sær fyri at gera ymist at selja. Tilíkt hon kann liva av og verða búgvandi á Húsum.

Mamma hennara Fríða fann upp á at gera rabarbusaft, og tá ið mamman bleiv bundin av øðrum arbeiði, tók Jóhanna Maria yvir.

Gjøgnum Útoyggjafelagið við Olgu Biskopstø, kom hon í eina norðurlendska verkætlan um mat sum ferðaminni. Jóhanna Maria hevur eisini verið á ymiskum skeiðum.

Tað tók sína tíð, men umsíðir fekk hon góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu at gera og selja saft og siropp av rabarbum. Góðkenningin kom á ólavsøku í fjør. Hvonn fekk hon eisini loyvi at brúka.

Í góðkendum køki

 – At eg fekk góðkenningina var bara tí, at eg kundi brúka góðkenda køkin hjá Magna og Hannebeth Garðalíð her í bygdini, sigur Jóhanna Maria.

Hjá henni er ikki trupult at fáa hendur á nóg nógvum rabarbum. Abbin, sum ikki er á lívi longur, hevði ein stóran garð við vínrabarbum, og tær rabarburnar brúkar hon. Sukurið, hon koyrir í saftina, er vistfrøðiligt.

Hon royndi seg fram í tvey ár, til tað í fjør eydnaðist at fáa góðkenningina.

Í fjør royndarseldi hon rabarbusaft og rabarbusiropp, fyri at vita um marknaður var fyri hesum vørðum, og til jóla varð saftin seld á Norðoya Kunningarstovu.

– Tað gekk bara heilt væl at selja, sigur Jóhanna Maria.

Hon fekk eisini góðkenning til at brúka hvonn, men einki við turkaðum urtum.

Tað harmast hon um, tí í Føroyum eru nógvar urtir, ið kunnu brúkast, eitt nú mjaðarurt. Føroyingar brúka alt ov lítið av tí føroyska..

Hon hevur gjørt nógvar royndir, men selur bara tað góðkenda.

Tað eigur at bera til

Olga Biskopstø samskiftir við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna vegna Jóhonnu Mariu. Hennara dreymur er at fáa góðkenningina víðkaða.

– Hevði eg komið so langt, at eg fekk eina hálva ársløn burtur úr hesum, hevði borið væl til at búð og arbeitt her á Húsum.

Onkuntíð avloysir hon á smoltstøðini í Knútsdali sunnan fyri Húsa bygd.

Ein stór útreiðsla í fjør vóru glaskrukkurnar og glasfløskurnar. Nú roynir hon at koma í samband við onkur virki, sum kunnu lata størri nøgdir og bíligari.

Jóhanna Maria skilir ikki, hví tað skal vera so torført at fáa góðkenning. Í Íslandi er tað nógv lættari at fáa góðkenning við tí úrsliti, at nógv meira verður gjørt úr plantum og urtum.

– Vit hava nógv at læra av teimum.

Jóhanna Maria kundi hugsað sær at latið upp kaffistovu og sølubúð á Húsum – við størri útboði. Hon strembar eftir at náa málinum, tá ið summarið kemur. Tað hevði ikki verið so bundið, tí fleiri fólk í bygdini eru til reiðar at taka eitt tørn, um tað skal verða.

Vil búgva á Húsum

Jóhanna Maria tók HF-prógv í Klaksvík og fór niður til Danmarkar at vita, hvussu tað var. Men tað var ikki júst hon. Hon valdi tí at fara heimaftur til Húsar og tók prógv í nøkrum lærugreinum á handilsskúlanum, m.a. sølubúskap og KT, sum hon helt seg kunna brúka til nakað.

– Summi fólk halda okkum ungu fólk á Húsum vera heimføðislig, men tað er skeivt hugsað. Her er gott at búgva, og ferðasambandið til Klaksvíkar er avbera gott. Tað hendir seg næstan ikki, at Sam avlýsir túrar fyri veður. Haraftrat er tað mennandi at búgva soleiðis, sigur Jóhanna Maria.

Har sipar hon millum annað til, at á slíkum smábygdum noyðast fólk at læra seg eitt og annað við at umvæla tól, tí tað ber ikki til altíð at senda boð eftir handverkarum.

Skapandi evnini verða eisini ment.

Tað er Jóhanna Maria sjálv eitt gott dømi um. Hon situr og ger nýtt klæði úr tøvdari ull upp á ein gamlan lampuskerm. Hon hevur gjørt ljós úr tálg og annað.

 – Eg kundi ikki hugsað mær eitt annað lív enn hetta. Eg og maðurin ætla antin at byggja her ella keypa eini hús, um nøkur verða til sølu. Fleiri onnur fólk vilja búgva her, og tey royna øll at finna loysnir, so tað kann bera til, sigur Jóhanna Maria.

————–

Køkurin og urtirnar skulu góðkennast

Tey, sum hava hug at gera okkurt burtur úr føroyskum urtum og plantum, kunnu ikki hava framleiðsluna heima í køkinum. Køkurin skal vera góðkendur av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og somuleiðis planturnar

Fólk kunnu gera tað, tey vilja úr plantum og urtum til egið brúk, men skal vøran seljast, er neyðugt við góðkenningum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Jóhanna Maria Isaksen á Húsum var heppin, at tað fanst ein góðkendur køkur í bygdini, og hon slapp at brúka hann.

Laila S. Jacobsen, leiðari á Matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur, at kravið fyrst og fremst er ein góðkendur køkur. Tað eru fleiri ymiskir góðkendir køkar, eitt nú hava summi bygdarhús góðkendan køk.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal eisini geva grønt ljós fyri, hvørjar plantur kunnu brúkast, tí vissa má vera fyri, at planturnar ella urtirnar ikki eru eitrandi. Vøran skal vera etandi.

Laila S. Jacobsen mælir teimum til, sum hava hava hug at royna seg við slíkari framleiðslu, ikki at hugsa um fleiri plantusløg beinanvegin, tí eru sløgini og nógv, tekur tað væl longri tíð at avgreiða eina umsókn.

-Nei, tað er ikki strangari í Føroyum enn aðrastaðni. Vit brúka norskar og danskar listar at ganga eftir, hvørji plantusløg kunnu góðkennast.

Laila S. Jacobsen kennir einki til, at reglurnar í Íslandi eru lagaligari enn hjá okkum.