Jógvan Jóhannesen, formaður á vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at allar maskinurnar hjá vegadeildini eru úti og rudda kava, men tað er so nógv avfall í løtuni og kræpin so tungur at tað er ikki ráðiligt at fara út at koyra.

– Kavin legst so tjúkkur á bilarnar at viskarar brotna og sum umstøðurnar eru haldi eg at best er um fólk halda seg heima.
– Hann sigur bara meira kava út á dagin, so um tað gerst kaldari kunnu vit fáa stórkava.
– Vit royna sum sagt at koma runt í býnum men eg haldi at fólk eiga at fyrihalda seg til umstøðurnar og ikki fara út at koyra uttan neyðugt er.