Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Raðfestingar

John William Joensen

Tað má sigast vera sera hugaligt at frætta, at frá borgarstjóranum, at býráðið nú rættuliga fer at seta ferð á útstykkingarnar til sethúsagrundøki.

Klaksvíkin stendur fyri stórari avbjóðing nú fasta sambandið verður veruleiki, og samstundis er tað ein sannroynd at fólkatalið í kommununi ikki er vaksið tey nógvu seinastu árini.
Sjálvandi vóna vit øll at vend kemur í tá fast samband verður veruleiki. Men við einum bíðilista til sethúsagrundøki uppá 150 eru vit rættuliga illa fyri at taka ímóti møguligum fólkavøkstri og tí má hesin spurningurin raðfestast sera høgt.
Klaksvíkar Býráð hevur eisini gjørt nógv innan barnaansingina seinnu árini og meira liggur fyri framman. Longu nú er bíðitíðin at fáa børnini ansaði ikki long og tá nýggi barnagarðurin verður liðugur verður als ongin bíðilisti til barnaansing yvirhøvur í Klaksvík, og tað er at fegnast um.
Á eldraøkinum er eisini nógv hent, hóast enn ikki er komið á mál, og tá býráðið valdi at bíða við útbygging á tí økinum til 2008, so mugu vit sjálvandi taka tað til eftirtektar. Skal býráðið skapa møguleikar fyri hesum samfelagnum at vaksa, so er eisini neyðugt at útvega grundøki til møgulig vinnuvirki.
Býráðslimir, sum á sinni samtyktu at gera økið Klingrugarð byggibúgvið, fingu nógv at hoyra um, at økið lá gapandi tómt í fleiri ár, men nú eru hesar háðandi røddir tagnaðar, tí vit, tey seinnu árini hava bygt á alt hetta økið, og tað uttan at útvega nýggj øki til ídnaðin at byggja á. Her er eisini neyðugt at uppraðfesta, tí um fleiri fólk fara at seta seg niður í Klaksvík, so er helst eisini neyðugt við fleiri arbeiðisplássum og sum er hava vit ov lítið at vísa á í hesum sambandi.
Vit hava júst sett spakan í norðuri í Ánunum, og har eru sera góðir møguleikar til arbeiðsskapandi virksemi. Tí er neyðugt at eisini her verður raðfest høgt og spurningurin er um vit ikki beinanvegin skulu fara undir útbygging av hesum projektinum norðureftir, so vit kunnu vera í fremstu røð tá talan er um tænastu til skipaferðslu. Skal raðfestast uppeftir, so er sjálvandi eisini neyðugt at halda aftur onkustaðni. Skúlin t.d. hevur verið nógv frammi í seinastuni.
Í eitt langt áramál, ja, í fleiri skúlabarnageneratiónir hevur skúlin á Ziskatrøð verið eitt byggipláss. Við nýggju ætlanini sýnist býráðið at hava valt at fara oman um vegin at útbyggja Ósáskúlan, ið á sinni varð bygdur sum ein bílig neyðloysn, meðan bíðað varð eftir skúlabygging aðrastaðni.
Men saknur er í eini avgerð um hvat vit vilja við framtíðar skúlaútbygging. Sum skilst, so eru skúlafólk við skúlarnar báðar ikki nøgd við loysnina sum gjørd er, og spurningurin um vit ikki her kunnu bíða og gera okkum greitt hvat vit vilja við skúlabygging og um ikki rættari var at fara undir at byggja ein heilt nýggjan skúla.
Barnatalið í Klaksvík hevur verið í minking í fleiri ár. Tað var tann tíð, tá 950 børn gingu í fólkaskúlanum í Klaksvík og ídag eru umleið 750 børn.
Tað er ein stórur spurningur um tað rætta er at fara undir skúlabygging fyri 80 milliónir yvir eitt tíðarskeið uppá 8 ár. Vit áttu helst heldur at brúkt meira tíð uppá at formulerað ein greiðan politikk á økinum fyri síðani at bygt skjótari.
Greið raðfesting er neyðug og í raðfestingini eigur framburður og vøkstur av samfelagnum at liggja.