Spurningin setur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen. Spurningurin, ið settur verður landsstýrismanninum á tingi er soljóðandi:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna
Skrivligur fyrispurningur
til
Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum
Løgtingsmál nr. S-25/2013: Viðvíkjandi serlæknaøkjunum
1. Hví fer arbeiðið ikki í gongd viðvíkjandi serlæknaøkjunum og hvussu hesi serlæknaøkini skulu skipast fyrr enn á vári 2015?
2. Hví raðfestir landsstýrismaðurin hesa uppgávuna so aftarlaga?
3. Hví verður talið á seingjaplássum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi minkað úr 36 niður í 24?
4. Kemur nakað ístaðin fyri hesi mistu seingjaplássini?
5. Fer landsstýrismaðurin at kanna, um sjúklingar, sum hava tørv á serlækna, fáa ta nøktandi serfrøðina í Føroyum, og um ikki, so um hesir kunnu velja/krevja/ynskja at verða sendir uttanlands fyri at fáa viðgerð á nøktandi støði?
6. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar segreinir eru á hvørjum sjúkrahúsi, og hagtølin fyri tær?
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, segði í svari sínum til Fíggjarnevndina m.a., at arbeiðið viðvíkjandi serlæknaøkjunum og hvussu hesi skuldu skipast, var seinkað orsakað av øðrum átrokandi uppgávum. Hetta arbeiðið fór ætlandi ikki í gongd fyrrenn á vári 2015.
Hetta fyllir sera nógv hjá sera nógvum fólkum og hevur verið eitt sera nógv umstrítt mál í ógvuliga langa tíð. Kundi tí sera gott hugsað mær at fingið at vita, hvat tað eru fyri aðrar átrokandi uppgávur, sum landsstýrismaðurin arbeiðir við.
Vit vita væl øll, at løgtingsval verður í seinasta lagi í oktober 2015, og um landsstýrismaðurin ikki ætlar at seta skjøtil á hetta arbeiðið fyrrenn á vári 2015, so er ongin tíð eftir at arbeiða í hjá honum til løgtingsval. Summarferian kemur eisini tá. At meta út frá hesi raðfesting, so raðfestir landsstýrismaður arbeiðið viðv. sergreinum á sjúkhúsunum í aftastu røð.
Í sambandi við um- og útbyggingina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi havi eg fingið upplýst, at samlaða talið av seingjaplássum verður minkað úr núverandi 36 seingjaplássum og niður í 24. Kundi hugsað mær at fingið at vita í fyrsta umfari, um hetta er rætt og orsøkina til tað og hvørjar ætlanirnar við hesum eru. Tykist løgið at byggja út við tí úrsliti, at tað verða færri seingjapláss.
Í samgonguskjalinum stendur, at støða verður tikin til, hvørjar funksjónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi, og er hetta sera umráðandi at vita, bæði hjá teimum, sum skulu brúka sjúkrahúsið, og eisini starvsfólkunum, hvørjar framtíðarætlanirnar eru. Nú eru gingin umleið 3 ár síðan, Karsten Hansen tók við sum landsstýrismaður í heilsumálum,og tað er minni enn eitt ár eftir til komandi val. Enn er onki hent á sjúkrahúsøkinum, tá tað kemur til at taka avgerð um, hvørjar funksjónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. Roynt verður tí enn einaferð at seta landsstýrismannin spurningin um, hvørjar funkjónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.
Tað hevur ongantíð verið meira átrokandi enn tað sama at fáa henda spurningin avgreiddan. Vit eiga at duga at síggja framtíðarmøguleikar fyri okkum, nú íløgur eru gjørdar bæði í Klaksvíkar Sjúkrahús og í Landssjúkrahúsið. Vegakervið verður støðugt útbygt og í komandi tíð hava vit ein Eysturoyartunnil, soleiðis at skjótari verður at koyra báðar vegir. Her eru nógvir møguleikar, um gott samstarv er millum sjúkrahúsini.
Á Løgtingi, 4. desember 2014
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur




