Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráðgevingin frá fiskifrøðingunum kann ikki fylgjast

John William Joensen

Skrivar landstýrsmaðurin í Fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, í lógaruppskotið sínum til broytingar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum hann legði fyri tingið á Ólavsøku.

Í viðmerkingunum til lógarbroytingarnar koma tey ymisku tilmælini fram og landsstýrismaðurin grundgevur eisini fyri hvussu hann er komin til tað niðurstøður sum eru í uppskotinum, sum var lagt fyri tingið.

Ráðgevingin eigur at vera tikin í álvara.
Landsstýrismaðurin skrivar í grundgeving síni m.a. soleiðis:

…..Landsstýrismaðurin heldur, at ráðgevingin eigur at verða tikin í álvara, tí vandi annars er fyri, at fiskastovnarnir fara undir eitt lívfrøðiligt minstamark. Siðbundna fiskifrøðin metir varliga um fiskastovnarnar, og við støði í fyrivarnisregluni verður lagt upp til stórar skerjingar í fiskidøgum hjá skipum og bátum, ið troyta toska- og hýsustovnarnar.

Í uppskotinum um fiskidagar í fjør gjørdi landsstýrismaðurin vart við, at tað politiskt og búskaparliga ikki er møguligt at fremja tær skerjingar, sum Fiskirannsóknarstovan leggur upp til, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið gerast ógvusligar.

Fiskiskapurin eftir toski hevur verið í stórari minking seinastu árini, og veiðan eftir hýsu hevur eisini verið minni seinastu tíðina. Veidda nøgdin av upsa var stór í fjør, men upsin var smáur.

Politiska uppgávan gerst tískil at laga veiðitrýstið til nevndu veruleikarnar, broyttu náttúruumstøðurnar, marknaðartreytirnar, og samstundis tryggja, at veiðiflotin kann lívbjarga sær, og at arbeiði verður til flest møguligar hendur kring landið……”

Harleyfacadeacryl