Tað verður ofta sagt, at tá ein ráðharri hevur komið sær í óføri, so kann tað vera ein góð hjálp at bjóða einum útlendskum ráðharra á almenna vitjan.
Tað verður ofta sagt, at tá ein ráðharri hevur komið sær í óføri, so kann tað vera ein góð hjálp at bjóða einum útlendskum ráðharra á almenna vitjan. Tað fær fólk og fjølmiðlar at seta sjóneykuna á vitjanina og at gloyma politisku støðuna. Um tað er tað, sum ger so galdandi her, er ilt at siga – tað kann jú vera av tilvild, men sambært miðlunum fær Sirið Stenberg vitjan frá í dag og til hósdagin av einum grønlendskum ráðharra, og leygardagin verður hon sjálv stødd í Íslandi (og skal tí helst avstað fríggjadagin). Rigmor Dam er farin til Rio de Janeiro.
Mikudagin eru ófráboðaðir fyrispurningar á skrá í løgtinginum, men tingmenn sleppa ikki at spyrja Rigmor Dam, hví hon ikki upplýsti fyri tinginum, at Fjarhitafelagið var ein møguleiki í sambandi við upphiting av Glasi. Landsstýriskvinna er tá í Rio. Tingmenn sleppa neyvan heldur at spyrja Sirið Stenberg um loyvið til at útbyggja Skansabryggjuna í Havn, tí hon skal taka sær av einum útlendskum gesti. Neyvan sleppa fjølmiðlarnir heldur at seta teimum báðum spurningar, og um eina viku, tá tær eru afturkomnar, er alt gloymt.
Møguliga er hetta samanfallið av tilvild – møguliga ikki.




