Í blaðnum í síðstu viku er sølulýsing frá SP/F SNIÐ um raðhús við Bólstein í Leirvík.
Fuglø Arkitektar eru partar í ætlanini, og hava staðið fyri at tekna húsini. Vit hava vent okkum til Jákup Paula E. Johannesen, arkitekt fyri at fáa meiri at vita um ætlanina.
Jákup Pauli sigur, at teir hava lagt seg eftir at innrættað og sniðgevað raðhúsini so tey taka hædd fyri ymiskum bústaðatørvum, umframt at verða merkt av nútíðar sniði.
Talan er um 3 ymisk snið/víddir: ávikavist A/94, B/133 og C/195 fermetrar. Umframt nevndu víddir er úthús/hjallur á 6m til øll húsini.
Innrættingin í útgávu A og B er í høvuðsheitum við inngongd, køki og stovu í niðaru hædd og við kømurum og baðirúmi í loftshæddini.
C-raðhúsið er við kjallara meðan tær ovaru hæddirnar eru sum í B-útgávuni – tó er køks- og borðstovurúmið nakað størri. Í kjallaranum er td. bilhús, inngongd/trappurúm, lítið vesi, kamar/arbeiðsrúm, vaskirúm.
Lagdur er stórur dentur á at byggingin skal vera merkt av góðari innrætting, snøggum sniði og høgari tilfarsgóðsku. Sostatt verður ikki talan um nakra “onkurvegnabygging” ella “discountbygging”.
Kostnaðirnir eru skipaðir við støði í trimum liðugtgerðarstigum, ávikavist 1. Innlokað & liðugt, 2. Liðugt innrættað, men uttan køk, baði- og vásarúmsinnbúgv, máling og gólv og 3. Lyklaklár, har alt er liðugt.
Ætlandi skuldi lýsast við ætlani longu í januar – og vóru vit klárir til tað, men varð steðgað á tá tað frættist, at bygdarráðið møguliga fór at broyta støðu í málinum um vegaføringina.
Neyðugt var at steðga á, tí mett varð alneyðugt, í samband við sølulýsingina, nágreiniliga, at kunna vísa hvussu møguligi vegurin kemur at liggja í mun til raðhúsini.
Við støði í tí projektuppskoti, sum LV hevur framvagað vegna landsmyndugleikarnar, hava Fuglø Arkitektar nú gjørt tekningar og myndir, sum neyvliga lýsa hæddar- og frástøðuviðurskiftini millum raðhúsini og vegin omanfyri bygdina. Nú vit hava gjørt hetta arbeiðið, eru vit til reiðar at sýna áhugaðum keyparum hvussu umstøðurnar kunnu væntast at verða, verður vegaføringin omanfyri bygdina.
Í vegauppskotinum er sjálvur vegurin sýndur við volla í niðara borð fyri at byrgja uppfyri óljóði frá bilunum.
Jákup Pauli sigur at teir við uppskotinum vísa á loysnir, har økið omanfyri húsini – við hátúni/urtagarði, gongusmogu, stuðlagarði og grasskráa, á snøggan og nøktandi hátt kann lagast til vegaloysnina. Her verður eisini havt í huga, at húsini viðv. útsýni venda omaneftir, og liggja húsini eisini so mikið lægri og burturfrá vegnum, at óljóð frá vegnum neyvan skuldi veri til bága.
Nú lýsa vit so húsini til sølu, og stendur tað nú til møguligar keyparar, at gera sær sínar egnu metingar um viðurskiftini, sigur Jákup Pauli E. Johannesen at enda.




