Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráðstevna um lívfrøðiligt margfeldni

Oliver Joensen

Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um hvussu lívfrøðiligt margfeldi kann varðveitast við burðardyggari lendisnýtslu.

Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetri Føroya: Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um hvussu lívfrøðiligt margfeldi kann varðveitast við burðardyggari lendisnýtslu. Ráðstevnan verður hildin 16. mai í Norðurlandahúsinum, er ókeypis og opin fyri øllum. Lívfrøðiligt margfeldi hevur týdning fyri trivnaðin hjá fólki og varðveitslu av vistskipanum á jørðini. Føroyingar hava brúkt lendið til at lívbjarga sær í meira enn túsund ár. Lendisnýtslan hevur verið atvoldin til broytingar í umhvørvinum og hevur havt við sær, at lívfrøðiliga margfeldið er minkað. Soleiðis standa vit í dag í eini tvístøðu, tá vit skulu leggja ætlanir um náttúruvernd. Ber til at hava eina burðardygga lendisnýtslu og samstundis varðveita tað lívfrøðiliga margfeldið? Altjóða ST”felagsskapurin UNESCO luttekur í tvørfakligari viðgerð av grundleggjandi orsøkunum til miss og oyðing av lívfrøðiligum margfeldi, orsakað av menning, ið ikki er burðardygg. Endamálið er at byggja brýr í millum náttúruvísindi og sosial” og mentanarvísindi fyri at fáa hollari grundarlag fyri tilevning av politikki á økinum. Tí verður ráðstevnan hildin í samstarvi við føroysku UNESCO”nevndina. Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa, á hvønn hátt lendisnýtsla ávirkar tað lívfrøðiliga margfeldið. Fyrsti partur av ráðstevnuni verður ein lýsing av vitan, vit hava, og hvørjum granskað verður í. Annar partur snýr seg um lendisnýtslu við serligum denti á landbúnað. Í triðja parti verður tikið samanum til tess at fáa fram áskoðanir um, hvørjar kanningar eru neyðugar og um, hvussu føroyskur politikkur og lendisumsiting eigur at verða skipað fyri at røkka málunum um varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldi. Fíggjarliga grundarlagið undir ráðstevnuni er ”Grunnur Johannesar og Gunhildar í Dalsgarði til frama fyri Fróðskaparsetur Føroya”. Grunnurin er settur á stovn sambært testamenti eftir Johannes og Gunhild Dalsgaard, Skálavík, og er stovnsfæið arvurin eftir tey bæði. Johannes Dalsgaard (1893”1991) var sonur Anton Christian Dalsgaard, ið hevði Dalsgarðsfesti frá 1889 til 1952. Johannes festi garðin í 1957 og sat á honum til 1971, tá núverandi festarin Páll í Dalsgarði festi. Gunhild (1905”1999) var dóttir Dánjal Poulsen úr Sakrastovu í Hesti og Súsannu Katrinu Dalsgaard úr Skálavík. Gunhild og Johannes vóru trímenningar. Gunhild var systur Thorvald Poulsen á Steinum, ið stovnsetti grunn Thorvalds Poulsen ungum listafólkum at frama, ið Setrið eisini varðar av. Viðtøkurnar fyri grunn Johannesar og Gunhildar í Dalsgarði staðfesta at: Endamál grunsins er at stuðla mentunarligum tiltøkum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Mál, ið horva at føroyskum landbúnaði, hava fyrimun. Fróðskaparsetur Føroya ynskir við ráðstevnuni at varpa ljós á lendisnýtslu og landbúnað í Føroyum og eggja til kjak um, hvussu vit á burðadyggan hátt skapa góð kor fyri landbúnað og samstundis verja náttúruna. Burðardygg samfelagsmenning er yvirskipað strategiskt mál hjá Fróðskaparsetrinum. Tær broytingar, ið standast m.a. av framhaldandi øktari altjóðagerð og urbanisering, veðurlagsbroytingum og knappari atgongd til tilfeingi, ávirka serliga útjaðarøkini. At skapa umstøður fyri fólka” og búskaparvøkstri í Føroyum er ein av fremstu uppgávum Fróðskaparseturs Føroya.

Skráin

1. partur: Lívfrøðiligt margfeldi, støðulýsing og gransking

8:30 Vælkomin

8:40 Borgþór Magnússon: Lívfrøðiligt margfeldi í Íslandi undir ávirkan av broyttum veðurlagi og lendisnýtslu

9:20 Anna Maria Fosaa: Lívfrøðiligt margfeldi í Føroyum, støðulýsing og gongd

9:40 Jens Kjeld Jensen: Hagafuglur 10:00 Kaffisteðgur

10:20 Janus Hansen: Skordýr ” margfeldislýsing

10:40 Erla Olsen: Lívfrøðiligt margfeldi í mold

11:00 Bergur Olsen: Sjófuglur

11:20 Peter Dogse: UNESCO Biodiversity Initiative

11:50 Ábit 2. partur: Lendisnýtsla støðulýsing og gransking

12:50 Gunnar Austrheim: Burðardygg lendisnýtsla og bit í norðuratlantsøkinum

13:30 Rólvur Djurhuus: Lendisnýtsla í Føroyum, landbúnaður og seyðabit ” eitt yvirlit

13:50 Gunnar Bjarnason: Avleiðingarnar av vantandi dagføringum av haga” og matrikullógunum

14:10 Tróndur Leivsson: Viðavøkstur

14:30 Kaffisteðgur 3. partur: Varðveitsla og náttúruvernd

14:50 Suni Petersen: Náttúruvernd

15:10 Pallborðsfundur

Samanumtøka og niðurstøður

Harleywoodpaint