Tað sær ikki út til, at ræðararnir, sum Sílaveiðufelagið hevur sett upp við Leynará, hava ætlaða virkningin.
Tá vit koyrdu fram við Leynará í kvøld, var sera nógv virksemi av svartbaki og másum. Orsøkin er at Sílaveiðufelagið hevur sett smolt út, og at sera lítið vatn er í ánni.
Hesar umstøður geva fuglunum gott høvi at fanga nakrar fiskar. Stóru svartbakarnir eta nógv, so tað minkar helst nógv í nýggja ættarliðinum av laksi, ið Sílaveiðufelagið hevur klakt og røkta á smoltstøðini í Havnardali.
Tað sær út til, at tað skulu aðrir bollar á suppuna, um tað skal bera til, at halda fuglunum burtur hesa tíðina.
At ganga vakt hevði helst verið eitt hugskot, men sjálvandi, tað er ein ógvuslig uppgáva.
Vit høvdu bert eina lítla linsu við á túrinum, men hyggur ein væl eftir myndunum so síggjast másarnir sita niðri ímillum ræðararnar. Stórur flokkur var eisini á flogi.




