Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ræðuligt úrslit hjá KÍ á Skála

Jákup Ósá

KÍ førdi 4-1 og hevði at síggja til fult tamarhald á dystinum á Skála móti vánaligasta liðnum í Effodeildini. Men so hendi nakað so ræðuligt, sum sjáldan er hent fyrr hjá KÍ. Mótstøðuliðið innheintaði tryggu leiðsluna og so endaði dysturin við javnleiki 4-4.

At KÍ skuldi fáa trupulleikar á Skála var ikki so óvæntað. Tí er tað nakað lið, sum trívist illa á útivølli móti EB/Streymi ella við at spæla á Skála ella sum hevur trupult við at fáa góð úrslit eftir summarsteðgin, ja so er tað KÍ.

EB/Streymur legði seg beinanvegin á odda, men KÍ svaraði aftur og við einum stórspælandi Jóannes Bjartalíð kom KÍ uppá 4-1 leiðslu, og so var sloppið hildu nokk tey flestu. Men EB/Streymur kom aftur og fekk minkað um munin í seinastu sekundunum áðrenn hálvleik.

Hóast hetta, so hevði KÍ fult tamarhald á dystinum fyrsta partin av seinna hálvleiki og tað var einki sum bendi á, at botnliðið skuldi koma aftur. Men so gjørdi KÍ eina ”dubult” útskifting í 60. minutti, har allur sentrali miðvøllurin – Hjalgrím Elttør og Ivan Joensen – blivu tiknir út og tí umskipaði KÍ liðið nógv. Um tað var hetta, sum spældi inn skal vera ósagt, men EB/Streymur fekk mál stutt eftir hetta og so luktaðu teir á heimaliðnum javnleikin. Og hann fingu teir eisini, tá Leif Niclassen javnaði í 83. minutti.

Ov nógv mál fara inn

Sostatt misti KÍ eina trygga 3-málsleiðslu burtur móti vánaligasta liðnum í Effodeildini. Eitt ræðuligt úrslit, tá hugsað verður um, hvussu góð støðan var í fyrra hálvleiki. Hetta var fyrstu ferð í 8 dystum, at EB/Streymur fekk nakað stig og fyrstu ferð í ár, at EB/Streymur skoraði 4 mál. KÍ var nógv skert í álopspartinum undan dystinum, men hetta ávirkaði ikki so nógv, tí liðið skoraði 4 mál og hevði møguleikar til fleiri. Men trupulleikin var sum so ofta fyrr, at ov nógv mál fara ígjøgnum og sum oftast skora hini liðini uppá næstan allar møguleikarnar, ið tey hava. KÍ er tað liðið í topp 6, sum hevur latið flest mál inn og Europa League plássið tykist vera langt burtur í løtuni, tí vinnur HB á ólavsøku, so eru 7 stig upp til 4. plássið og komandi dystirnir hjá KÍ eru á útivølli móti Víkingi og á Summar Festivalinum móti HB.