Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ræðuligur fyrri hálvleikur á Friends Arena spilti alt fyri KÍ

Jákup Ósá

Stockholm: (Dystarfrásøgn) KÍ rendi seg í eitt satt ódnarveður á Friends Arena.

KÍ byrjaði við júst somu 11 leikarum, sum í Gundadali fyri viku síðani, tá seinni dysturin í Europa Legaue bleiv leiktur á Friends Arena í kvøld.

Ringast hugsandi byrjan

Tá tað var hálvleikur á Friends Arena, so kundu vit longu staðfesta við nógv meir enn 99,99 prosent vissu, at KÍ var úti av Europa League í ár. Hálvleiksstøðan er ikki minni enn 5-0 til AIK. KÍ fekk eina ræðuliga byrjan og kom undir sera stórt trýst fyrstu minuttirnar. Longu eftir 5 minuttum hevði AIK lagt seg á odda 2-0. Stutt eftir tað skifti KÍ leikskipan frá 3-5-2/5-3-2 til 4-4-2. KÍ leikararnir tóktust skelkaðir og tað helt fram. Tá 23 minuttir vóru farnir var 4-0. Og beint áðrenn hálvleik skoraði AIK til 5-0. 5-0 málið var fyrsta málið, har KÍ var niðurspælt. Hini málini komu antin eftir deyðbóltsstøður ella tilvildarligar bóltar, sum endaðu hjá fríðum leikarum. Tað var klassamunur á liðunum, hóast KÍ hevði havt fleiri royndir uppá mál uttan at fáa nakran heilt stóran møguleika. AIK var effektivt, tí teir skoraðu stórt sæð uppá allar sínar stóru møguleikar.

Uppreisn í seinna hálvleiki til KÍ

Í seinna hálvleiki var talan um øðrvísi dystargongd. AIK liðið tóktist ikki leggja eins nógv fyri og tað gjørdi, at heimaliðið ikki kom til stórvegis møguleikar hendan hálvleikin.

Fyrst stóra møguleikan í seinna hálvleiki fekk KÍ. Ísak Simonsen sendi gott innlegg til púra leysan Albert Adu, sum skallaði, men bólturin fór ov beint á málverjan, sum megnaði at bjarga. Hóast KÍ á fyrsta sinni leikti í Europa í 1992 og hetta var 9. útidysturin í Europa, so hevur KÍ enn ikki skorað nakað mál á útivølli. Hetta var millum størstu mál møguleikarnar til at skriva ta søguna. AIK skapti bara eitt vandamikið skot í seinna hálvleiki, har KÍ í veruleikanum var tættari við at skora.

Tríggir av fýra hálvleikum endaðu 0-0

Hjá KÍ vóru fleiri leikarar, sum fyri fyrstu ferð spældu útidyst við KÍ í Europa kapping. Teir fingu nú at føla, hvussu stórur munurin er millum toppin í Svøríki og so føroyskan fótbólt. Serliga, tá eitt føroyskt lið ikki heldur nóg stórt fokus, meðan mótstøðuliðið er svangt og effektivt. KÍ kann fegnast um, at tríggir av fýra hálvleikum móti AIK endaðu við 0-0. Á Friends Arena blivu dagsins leikarar eisini valdir. Hjá AIK var tað Eero Markkanen, sum skoraði trý mál og hjá KÍ var tað Albert Adu, sum arbeiddi væl og sum oftast gjørdi tað skilagott við bóltinum. Uttan iva eitt rætt val.