Dreingir hava fingið bót fyri at gera seg inn á Facebook vangamynd hjá gentu.
Dreingir hava fingið bót fyri at gera seg inn á Facebook vangamynd hjá gentu.
Dreingirnir broyttu vangamyndina, sum var av gentuni og sjeikinum til eina mynd av gentuni í ónærisligum samanhangi. Somuleiðis almannakunngjørdu teir fleiri av hennara privatu boðum, so tey gjørdust sjónlig hjá øllum hennara Facebook vinum. Dreingirnir fingu ávíkavist 2.000 og 4.000 kr. í bót.
Gentan og foreldur hennara meldaðu málið til løgregluna, sum við hjálp av ip-adressuni fann fram til teir báðar dreingirnar. Teir vórðu í rættinum í Helsingør dømdir sambært revsilógini fyri brot á brævloyndni og blygdanarskemd og fyri at víðarisenda upplýsingar um onnur fólk.
Facerape inniber, at ein persónur lesur ella skrivar boð sum støðudagføring á vangamyndini hjá øðrum brúkara, sum ikki hevur ritað seg av Facebook, og hetta er vorðið rættiliga útbreitt millum Facebook brúkarar í øllum aldri. Í allar flestu førum er talan um skemt, tá talan er um facerape, men sum hetta málið vísir, kann tað skjótt gerast álvarsamt. Sleppast kann undan at verða offur fyri facerape við at rita seg út, tá man fer frá telduni. Tað er sostatt lætt at verja seg ímóti Facerape.
Við dóminum er sostatt staðfest, at vanligu reglurnar í revsilógini um t.d. brævloyndni eisini eru galdandi fyri misnýtslu av Facebook vangamyndum hjá øðrum persónum.
Kelda: politiken.dk




